- Tíðindi, mentan og ítróttur
Deyðatalið farið upp um 600.000

Talið á fólki, sum eru deyð av COVID-19, er nú farið upp um 600.000, skrivar BBC News. Samstundis eru nú fleiri enn 14 milliónir fólk í heiminum smittað, og umleið helvtin frísk aftur.
Tað vísir ein nýggj uppgerð hjá Johns Hopkins University, sum fylgir neyvt við sjúkugongdini í øllum heiminum.
Tað er minni enn ein mánaður síðani, at deyðatalið í heiminum fór upp um eina hálva millión. Tað hendi 28. juni, tá samlaða smittutalið eisini fór upp um 10 milliónir fólk.
10.000 nýggir tilburðir hvønn tíma
Tað eru ikki meira enn fýra dagar síðani, at samlaða smittutalið í heiminum var 13 milliónir. Sostatt eru staðfestir 10.000 nýggir tilburðir hvønn tíma síðstu fýra dagarnar, skrivar Reuters.
Talið á fólki, sum hava fingið COVID-19, er nú tríggjar ferðir tað, sum á hvørjum ári verður skrásett sum "álvarsligar eftirsjúkur" av beinkrími, skrivar tíðindastovan Ritzau.
Í londum, har avmarkað kanningarorka er, er talið neyvan eftirfarandi. Serfrøðingar halda, at bæði deyða- og smittutølini í heiminum eru størri enn tað, sum myndugleikarnir hava skrásett, sambært Reuters.
WHO rópti varskó fyrr í vikuni
Heimsheilsustovnurin, World Health Organization, ávaraði mánadagin um, at koronukreppan kann fara at gerast verri, enn hon er í løtuni.
Aðalskrivarin hjá WHO, Tedros Adhanom Ghebreyesus, segði, at tað tíverri gongur tann skeiva vegin í nógvum londum, og at stjórnirnar í londunum taka ikki ábyrgd.
USA er framvegis tað landið í heiminum, har flest deyð og smittað eru. Har eru tilsamans 139.000 fólk deyð, og 3,6 milliónir fólk smittað við COVID-19.




























