ES-leiðarar ósamdir um fíggingarleist

bannari
ES-leiðarar ósamdir um fíggingarleist
Stjórnarleiðararnir í ES eru enn ósamdir um, hvussu nýggi koronu endurreisingargrunnurin skal fíggjast
Stjórnarleiðarar í ES á toppfundi í Brússel í gjár
Mynd: AP  
 
20.07.2020 - 09:00

Samráðingar hava verið alt vikuskiftið og í alla nátt, men hóast tað er enn stór ósemja um langtíðar fíggjarætlanina fyri koronugrunnin. Grunnurin skal skumpa undir evropeisku búskapirnar, sum eru hart raktir av koronakreppuni. 

Ætlanini er, at ES-londini í felag skulu læna 5.600 milliardir krónur til grunnin. Peningurin skal skilmarkast teimum londunum, sum eru harðast rakt av koronafarstóttini. Men londini stríðast um, hvussu stórur partur av pengunum skulu latast sum tilskot og takast sum lán. 

Uppskot: Tilskotið verður minni

Upprunaliga skuldu tveir triðingar av pengunum, 3.722 milliardir krónur, latast sum tilskot, men Danmark er saman við Hollandi, Eysturríki og Svøríki ímóti, at pengarnir skulu latast sum tilskot, ið ikki skal gjaldast aftur. 

Tí kravdi Mette Frederiksen, forsætisráðharri, í gjár, at ES-stjórnarleiðararnir finna eina "skilagóða javnvág" millum lántøku og tilskot. 

Sambært DR, so er í  skotið upp í morgun, at tilskotsparturin verður skorin niður til 2.900 milliardir krónur. Tað skulu stjórnarleiðararnir so gruna yvir inn til teir hittast aftur seinnapartin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 19. september
Jambalaja - 190926
213511
Leygardag 19. september
Upp á tá - 180926
213505
Fríggjadag 18. september
Vikuskiftið 18 sept 2026
213496
Fríggjadag 18. september
LEITISSTEIN 18.09.2026 (Regin Guttesen)
213490
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473
Hósdag 17. september
Veðrið
213424
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303