Bretland strikar avtalu við Hongkong

Bretland strikar avtalu við Hongkong
Bretland hevur steðgað útflýggingaravtaluna við Hongkong í óásetta tíð
Mótmælisfólk vísa sína ónøgd í einari handilsmiðstøð í Hongkong í juni
Mynd: AP (savnsmynd)  
 
21.07.2020 - 09:17

Samstundis verður bannað at selja skotvápn og roykgranatir til Hong Kong. Tað skrivar danska kringvarpið á heimasíðuni.

Bretland svarar nú aftur uppá nýggju trygdarlógina, sum varð samtykt í Hongkong í juni, sum millum annað gevur møguleika fyri lívslangari fongsulsrevsing fyri uppreistur ella roynd at loysa.

Nógvar ákoyringar frá vesturheiminum

Nýggja lógin fekk nógvar ákoyringar í vesturheiminum, og verður sædd sum ein roynd at steðga mótmælunum og demokratisku rørsluni, sum hava verið seinasta árið.

Bretland hevur tikið avgerðina, hóast Kina hevur hótt við einum svari. Bretland hevur kallað lógina fyri eitt brot á altjóða skyldurnar, sum Kina hevur.

Bretland hevur havt eina útflýggingaravtalu við Hongkong seinastu 30 árini, men avtalan verður nú steðgað, tí bretar stúra fyri, at fólk, sum eru útflýggjað, kunnu verða send víðari til Kina.

 >> SÍ EISINI Biðja Kina seta lóg úr gildi

Samstundis finst bretski uttanríkisráðharrin, Dominic Raab, at kinesisku viðferðini av muslimska Uighur-minnilutanum í Xinjiang-landslutinum.

Tá Bretland handaði Hongkong aftur til Kina í 1997, varð lovað, at býstaturin skuldi varðveita eitt ávíst sjálvstýri. Millum annað skuldi Hongkong hava eitt sjálvstøðugt rættarverk.

Men Kina hevur brotið hesa avtaluna, heldur Bretland. Tí hevur Bretland bjóðað umleið trimum milliónum fólkum í Hongkong at flyta til Bretlands og fáa ríkisborgararætt.

Kina ávarar um uppíblanding

Kina hevur ávarað Bretland ímóti at blanda seg upp í tað, sum Kina sær sum innanlands viðurskifti. Tað er ikki bara Hongkong, sum hevur elvt til ósemju millum stórveldini bæði.

Í síðstu viku avgjørdi bretska stjórnin, at kinesiska telefyritøkan, Huawei, ikki sleppur at vera við, tá 5G-fartelefonnet skal gerast í Bretlandi.

Tann avgerðin varð tikin, eftir at USA setti Huawei á svartalista, og skuldsetti telefyritøkuna fyri at vera knýtta at kinesiska statinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. september
Oyn dyst í senn
213583
Mánadag 21. september
Eitt annað lív
213582
Mánadag 21. september
Poppverturin 17
208471
Mánadag 21. september
Norðurljóð 21.september 2026
213480
Mánadag 21. september
RagnarRokk: Maggy Luyten um You´ve Been Served
212905
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493