Biden hartar Trump

Biden hartar Trump
Fyrrverandi varaforsetin í USA, Joe Biden, kallar Donald Trump fyri fyrsta rasistiska forsetan í USA
 
23.07.2020 - 13:53

Biden, sum eftir øllum at døma verður demokratiska valevnið til amerikanska forsetavalið í november, segði hetta í einum fundi við amerikansk fakfelagsfólk.

Eitt heilsustarvsfólk var stúrið um, at Donald Trump hevur kallað koronuvirusið fyri kinesiska virusið. Biden svaraði við at kallað Trump fyri rasist. 

– Tað er spýggiligt, at Trump ikki fer eins við øllum. Eingin annar amerikanskur forseti hevur gjørt tað fyrr. Ongantíð. Eingin republikanari og eingin demokratur, segði Joe Biden.

Talsfólk roynir at slætta sjógv

– Tað hava verið rasistar í USA, teir hava verið til, og onkur hevur roynt at gerast forseti. Men tað er ikki eydnast hjá nøkrum uttan hjá Trump, segði Joe Biden.

Eitt talsfólk hjá Donald Trump finst at Biden fyri útsøgnina, og sigur, at Trump elskar øll menniskju og arbeiðir hart fyri at betra um umstøðurnar hjá øllum amerikanarum.

Fleiri fyrrverandi amerikanskir forsetar hava átt trælir ella hava ført politikk, sum hevur kúgað ávísar fólkabólkar, skrivar Reuters.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 15. november
Filosofiskur 8.partur
216351
Leygardag 14. november
TEMAPLÁTAN 40: 'Fahrenheit', Toto, 1986
215932
Leygardag 14. november
Jambalaja - 141126
216417
Leygardag 14. november
Upp á tá - 131126
216412
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Sunnudag 15. november
Andaktin
216426
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Fríggjadag 13. november
Veðrið
216392
Fríggjadag 13. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216364