Fimta dagin á rað: Fleiri nýggir tilburðir

Fimta dagin á rað: Fleiri nýggir tilburðir
Sjey nýggir tilburðir av koronu vórðu staðfestir í Føroyum leygardagin
Talið av koronutilburðum í Føroyum veksur framvegis
 
10.08.2020 - 16:14

Seks nýggir tilburðir av koronu vórðu staðfestir í Føroyum leygardagin, og higartil er ein tilburður staðfestur sunnudagin.

Tað upplýsir landslæknin, nú royndirnar frá leygardegnum eru liðugt greinaðar og byrja er at greina kanningarnar frá sunnudegnum. 

Lars Fodgaard Møller, landslækni, sigur við útvarpið, at tað gongur rætta vegin nú, men hann leggur dent á, at enn er neyðugt at vera á varðhaldi. 

Mælir til at brúka

– Hendan støðan við koronu fer at halda fram í øllum førum eitt ár aftrat; til tann dag, vit hava eina koppseting. Tí mugu vit altíð vera á varðhaldi, tað mugu vit ikki gloyma.

– Tí tað eru ikki ferðafólk, ið hava borið smittuna til Føroya, men føroyingar, sum hava verið uttanlands, og útisetar. Tað er ólavsøkan og privatar veitslur, ið er orsøkin til verandi støðu, sigur landslæknin.

Og í tíðindaskrivi frá Heilsumálaráðnum mælir landslæknin eisini til, at fólk brúka masku.

– Sum støðan er í løtuni, meti eg tað vera sera hóskandi, at vit brúka maskuna, tá vit til dømis eru til handils, ella tá vit eru innandura, har fleiri fólk savnast, sigur landslæknin.

Útlendingarnir staðfestir frískir

Samstundis, sum sjey nýggir tilburðir vórðu skrásettir í dag frá royndunum leygardagin, eru 10 persónar staðfestir frískir frá sjúkuni. 

Talan er um teir útlendingarnar, sum fingu staðfest smittuna í samband við, at trý skip lógu við bryggju í Ánunum í Klaksvík upp undir ólavsøku. Hesir eru allir farnir av landinum aftur. 

Sostatt eru 88 fólk smittað í løtuni, og talan er í øllum førum um persónar, sum hava føroyskt p-tal. Í løtuni verður arbeitt við at greina tær síðstu royndirnar frá sunnudegnum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 23. november
Norðurljóð 23.november 2026
216515
Sunnudag 22. november
Bolero 22. november 2026
216781
Sunnudag 22. november
Guðstænasta út Gøtu kirkju
216780
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 23. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
216867
Mánadag 23. november
Veðrið
216858
Sunnudag 22. november
Jóla- og stuðulskonsert hjá Barnabata 2026
216851
Sunnudag 22. november
Andaktin
216792
Sunnudag 22. november
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
216793