10 fólk sleppa at vera í tingsalinum í senn

bannari
10 fólk sleppa at vera í tingsalinum í senn
Umframt tingformannin, skrivaran og avvarðandi landstýrisfólk, sleppur bara eitt tingfólk í hvørjum flokki at vera í tingsalinum
Nú verður aftur avmarkað, hvussu nógv kunnu vera í tingsalinum í senn
 
12.08.2020 - 13:12

Politisku flokkarnir eru bidnir um at velja 20 tingfólk til tingfundin í morgin.

Fólkaflokkurin eigur fimm sessir, Sambandsflokkurin, Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi eiga fýra hvør og Sjálvstýri, Framsókn og Miðflokkurin ein í part.

Bara tíggju fólk sleppa at vera í tingsalinum í senn, eitt tingfólk úr hvørjum flokki, formaðurin, skrivarin og avvarðandi landsstýrisfólk. 

Løgtingsfundur verður í morgin klokkan tíggju.

Framløga er á skránni.

Dagpengar og lønarískoyti

Landsstýrið hevur uppskot um at seta í gildi aftur ásetingarnar um dagpengar til fólk, sum eru kravd í sóttarhald.

Hetta eru ásetingarnar, sum vóru galdandi í vár.Og fólkapensjónistar fáa aftur lønarískoyti.

Tær báðar lógirnar skulu vera afturvirkandi frá 1.juli í ár.

Landsstýrið hevur eisini uppskot um eykajáttan til koronukanningar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025