Hongkong: Kendur stríðsmaður leyslatin aftur

Hongkong: Kendur stríðsmaður leyslatin aftur
Miðlamaðurin og milliarderurin í Hongkong, Jimmy Lai, er latin leysur aftur av myndugleikunum í landinum
Jimmy Lai, sum á myndini frá mánadegnum verður handtikin, er nú latin leysur aftur
Mynd: Savnsmynd (AP)  
 
13.08.2020 - 05:22

Jimmy Lai varð tikin mánadagin, tí hann skuldi hava samstarvað við útlendsk áhugamál og fyri svik, og hann mátti kortini leggja nógvar pengar á borðið, áðrenn hann varð latin leysur

Lai er ein av teimum í Hongkong, sum hevur funnist mest at kinesisku framferðini í landinum, og varð tikin eftir nýggju trygdarlógini, sum kinesarar settu í verk í Hongkong tíðliga í summar.

Jimmy Lai eigur blaðið, Apple Daily, og hevur umvegis blaðið funnist hvassliga at kinesisku framferðini. Hann varð tikin saman við tveimum synum og minst seks øðrum monnum, skrivar AFP.

 >> SÍ EISINI Hongkong: Kendur stríðsmaður tikin

Hann varð eisini tikin í februar og skuldsettur fyri at hava verið við í eini ólógligari mótmælisgongu í august í fjør. Hann varð eisini tikin í 2014, eftir at hann noktaði fyri at fara úr eini mótmælisgongu fyri demokrati í Hongkong.

Seinast í juli tóku myndugleikarnir fýra ungar mans, og teir vóru teir fyrstu sum vórðu tiknir eftir trygdarlógini, og teir vóru tiknir, hóast teir ikki mótmæltu.

Amerikanski uttanríkisráðharrin, Mike Pompeo, og trygdarráðgevin, Robert O´Brien, hava báðir mótmælt kinesisku framferðini ímóti teimum sum stríðast fyri demokrati í Hongkong.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 17. september
Tí tú ert kvinna 2:3
213315
Mikudag 16. september
Mono - Gissur Patursson - 160926 - 2. sending
213360
Mikudag 16. september
Skratsj 16. septembur 2026
213358
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221