Nú eru somu reglur í báðum skipanum

bannari
Nú eru somu reglur í báðum skipanum
Fólkapensjónistar, sum missa arbeiðið 1.juli, ella eftir tað, ikki fáa lønarískoyti
Uni Rasmussen, høgrumegin, er formaður í Trivnaðarnevndini í løgtinginum. Her er hann avmyndaður saman við starvsfelaganum í tinginum, Frimodti Rasmussen
 
14.08.2020 - 10:57

Fólkapensjónistar, sum ikki vóru á lønarískoytisskipanini, tá hon var í gildi fyrru ferðina, kunnu ikki koma upp í hana nú, hon kemur í gildi aftur frá 1.juli at rokna.

Tann broytingin varð gjørd í løgtinginum í gjár.

Trivnaðarnevndin mælti til at gera broytingina.

Orsøkin er, sigur formaðurin í nevndin, Uni Rasmussen, at hetta er galdandi fyri hina lønarískoytisskipanina, fyri hana, sum er galdandi fyri tey, sum eru yngri enn 67 ár.

Tað rætta er, at somu reglur eru fyri báðar skipanir.

Tað merkir, at fólkapensjónistar, sum missa arbeiðið 1.juli, ella eftir tað, ikki fáa lønarískoyti.

Lógin, sum bleiv samtykt í gjár, er tí bara galdandi fyri tey, sum fingu lønarískoyti eftir lógunum, sum fóru úr gildi 30.juni.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 17. august
Poppverturin 12
208466
Mánadag 17. august
Fótbóltsprát: Troyttir KÍ'arar
211911
Mánadag 17. august
RagnarRokk: Patrick Prochiner um Desolation
209148
Sunnudag 16. august
Tónleikur í 13 øldir (7:10)
210351
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 17. august
Veðrið
211923
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744