Lukasjenko: Onnur skulu eisini fáa vald

Lukasjenko: Onnur skulu eisini fáa vald
Forsetin í Hvítarusslandi vísir samstundis aftur, at nýval verður í landinum
Aleksandr Lukasjenko, forseti í Hvítarusslandi, sigur nú, at hann er til reiðar at býta valdið í landinum við onnur
 
17.08.2020 - 14:23

Hvítarussiski forsetin, Aleksandr Lukasjenko, sigur seg nú vera sinnaðan til at býta valdið í Hvítarusslandi við onkran annan.

Tað segði hann sambært hvítarussisku tíðindastovuni Belta, og sum altjóða miðlar endurgeva.

Lukasjenko sigur seg vera til reiðar at broyta hvítarussisku grundlógina, til tess at valdsbýtið verður øðrvísi, men hann ger samstundis greitt, at hann er ikki sinnaður at gera tað undir trýsti frá mótmælisfólkum.

Krevja nýval

Nógv fólk hava síðstu dagarnar verið á gøtunum í høvuðsstaðnum í Hvítarusslandi. 

Tey mótmæla valúrslitinum og siga, at forsetin hevur framt valsvik. Mótmælisfólkini krevja nýval, men forsetin segði í morgun, at tað kemur ikki upp á tal. Lukasjenko fekk 80 prosent av atkvøðunum á fosetavalinum sunnudagin.

Aðalverkfall

Andstøðan í Hvítarusslandi hevur heitt á fólk um at fara í aðalverkfall í dag, og nógvar verksmiðjur eru manntómar í dag, skrivar The Guardian.

Starvsfólkini í almenna sjónvarpinum í landinum eru eisini farin til hús, skrivar danska TV2.

ES-leiðararnir hava kallað inn til bráðfeingis toppfund at viðgera spentu støðuna í Hvítarusslandi. Fundurin verður mikudagin.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 16. september
Tí tú ert kvinna - longri samrøða
213205
Mikudag 16. september
Eitt korter við klassiskum
213339
Mikudag 16. september
Disney mótmælti ikki Disneyland After Dark
213203
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221