Merkel táttar í

bannari
Merkel táttar í
Nú eru so nógvir koronutilburðir í Týsklandi, at neyðugt er at fáa tamarhald á smittuni, sigur týski samveldiskanslarin
 
19.08.2020 - 05:49

Týski samveldiskanslarin, Angela Merkel, hevur boðað frá, at nú eru so nógvir tilburðir av koronu í landinum, at neyðugt verður helst at tátta í aftur, fyri at fáa tamarhald á smittuni.

Tilburðirnir hava ikki verið so nógvir sum nú síðani í mai, skrivar Politiken. Fríggjadagin og leygardagin vórðu yvir 1400 tilburðir skrásettir, og í gjár skrivaði Focus, at tilburðirnir vóru næstan 1000 í tali.

Angela Merkel sigur seg vera illa við av gongdini, men hon sigur seg framvegis vera sannførda um, at tað fer at bera til at steðga smittuni við at breiða seg.

Flest smittað í Spania

Í Evropa breiðir smittan seg skjótt í løtuni, og flest verða smittað í Spania. Í Italia eru 10 tilburðir fyri hvørji 100.000 fólk, í Týsklandi 16, í Bretlandi 19, men í Spania er talið nú 119.

Í Svøríki er tittleikin 38 fyri hvørji 100.000 fólk og í Danmark 31. Tað vísir ein uppgerð hjá europeiska stovninum fyri smittuverju.

Sum støðan er í løtuni, verður ikki meira latið upp í Týsklandi, hevur týski samveldiskanslarin, Angela Merkel, gjørt greitt.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 11. november
Mono - 90'ini undir lupp (2:4)
216264
Mikudag 11. november
Eg kendi meg sum greinina
216035
Mikudag 11. november
Eitt stjørnuskot so vakurt
216071
Týsdag 10. november
Ung lesa 2 - 1. partur
216206
Týsdag 10. november
Tekstur til tónleik: Salt
216132
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096