- Tíðindi, mentan og ítróttur
Eingin smitta í átta dagar
Eingin smitta í átta dagar
Í gjár vórðu gjørdar 1102 koronakanningar kring landið, og øll úrslitini vóru negativ.

29.08.2020 - 16:19
Dagurin í gjár var áttandi dagurin upp í slag, at eingin korona-smitta varð staðfest í Føroyum.
Tað upplýsir Heilsumálaráðið við støði í nýggjastu tølunum frá Landslæknanum.
Í gjár vórðu gjørdar 1102 korona-kanningar kring landið, og sum nevnt vóru øll úrslitini negativ.
Nú eru tilsamans 92.895 kanningar gjørdar í Føroyum.
Tilsamans hava 411 persónar fingið staðfest smittuna í Føroyum. Í alt eru nú 362 persónar staðfestir frískir aftur, og sostatt eru 49 persónar smittaðir í løtuni.
Tveir persónar eru í løtuni innlagdir á Sjúkrahúsverki Føroya í samband við coronasmittuna. Eingin liggur á intensivari deild.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV


























