Russisku sjómenninir telja ikki við longur

Russisku sjómenninir telja ikki við longur
413 fólk eru staðfest smittað, og 409 eru vorðin frísk aftur
Russisku sjómenninir, sum eru við Yantarnyy, telja ikki longur við í hagtølunum yvir smittað í Føroyum
 
07.09.2020 - 11:45

Tá koronutølini vórðu dagførd í morgun, vóru framvegis 413 fólk staðfest at vera smittað. Men nú eru 409 staðfest at vera frísk aftur.

Tí nú telja teir 29 tilburðirnir um borð á russiska trolaranum Yantarnyy ikki við longur.

Teir eru farnir av listanum, nú 14 dagar eru farnir, síðani teir komu á listan.

103.000 kanningar gjørdar

Vanligt er, at fólk, sum heilsumyndugleikarnir ikki hava samband við, fara av koronulista, tá tey hava verið har í 14 dagar, sama, um tey eru vorðin frísk ella ikki.

Eitt fólk er á Landssjúkrahúsinum, men tað er ikki á intensivari deild. Og nú eru sjey fólk í sóttarhaldi. 102.850 kanningar eru gjørdar í Føroyum. 

Yantarnyy liggur enn í Nólsoyarfirði. Føroyskir heilsumynduleikar hava ikki verið um borð á trolaranum aftur, síðani hann lá á Oyrareingjum.  
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Mikudag 30. september
Orðaval #38: Málsøga
214020
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037