Varð bjargaður í evstu løtu

Varð bjargaður í evstu løtu
Drongur endaði á sjónum í havnini í Skopun
Lív og tyrlan vórðu boðsend, men drongurin varð fluttur á Landssjúkrahúsið við sjúkrabili, sum Teistin sigldi um fjørðin
 
07.09.2020 - 15:00

Ein ungur drongur varð bjargaður í evstu løtu í gjáramorgunin, eftir at hann var endaður á sjónum í havnini í Skopun.

Klokkan hálvgum átta fekk MRCC boð frá løgregluni um drongin, og bæði bjargingartyrlan og báturin LÍV fingu boð um at fara avstað sum skjótast.

Neyðugt var tó ikki at brúka tyrluna ella LÍV, og drongurin varð fluttur á Landssjúkrahúsið við sjúkrabili, sum Teistin sigldi um Skopunarfjørð.

Sambært løgregluni hevur drongurin tað eftir umstøðunum gott.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025