Arbeiðaraflokkurin fær frammaná

Arbeiðaraflokkurin fær frammaná
Hevði val verið nú, hevði Arbeiðaraflokkurin bara fyri umleið 20 prosent av atkvøðunum
Arbeiðaraflokkurin hjá Jonas Gahr Støre, floksformanni, hevði fingið vánaligast úrslitið í nærum 100 ár, var val nu, vísir meiningakanning
Mynd: Dagsavisen.no  
 
11.09.2020 - 09:10

Norski Arbeiðaraflokkurin fær ein frammaná í seinastu meiningakanningini, sum Opinion hevur gjørt fyri fleiri norskar miðlar.

Úrslitið er tað vánaligasta, síðani Opinion í 2007 fór at gera slíkar kanningar.

Arbeiðaraflokkurin hevði fingið 19,9 prosent av atkvøðunum, um val var nú. Tá ein líknandi kanning varð gjørd í august, fekk Arbeiðaraflokkurin 24,6 prosent, skrivar NTB.

- Tað sær ikki gott út hjá Arbeiðaraflokkinum, og talan er um eitt sera vánaligt úrslit, sigur valgranskarin, Johannes Bergh.

Hevði val verið, so hevði úrslitið hjá Arbeiðaraflokkinum verið tað vánaligasta í næstan 100 ár, ella síðani í 1924.

Órógv í flokkinum

Floksskrivarin hjá Arbeiðaraflokkinum, Kjersti Stenseng, sigur við NTB, at órógvið, sum hevur verið innanhýsis í flokkinum seinastu tíðina, uttan iva er orsøkin til vánaliga úrslitið.

Hóast Arbeiðaraflokkurin fær eitt søguliga vánaligt úrslit, so hevði vinstravongurin í norskum politikki vunnið valið, um val var nú.

Høgriflokkurin hjá Ernu Solberg, forsætisráðharra, hevði fingið 27 prosent av atkvøðunum, um val var nú, og hevði verið størsti flokkurin í stórtinginum. Men av tí at stuðulsflokkarnir hava afturgongd, hevði stjórnin ikki fingið meiriluta, skrivar NTB.

Stórtingsval verður í Noregi um eitt ár.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 26. mai
Morgunlestur týsdagur 26.mai 2026
208229
Mánadag 25. mai
Eitt undur at vit kláraðu tað
208777
Mánadag 25. mai
Uttanduraguðstænasta av ovara vølli.
208771
Mánadag 25. mai
Morgunlestur mánadagur 25.mai 2026
208228
Sunnudag 24. mai
Bolero 24 mai 2026
208761
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 25. mai
Uttanduraguðstænasta í Gundadali
208770
Sunnudag 24. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
208764
Sunnudag 24. mai
Andaktin
208763