Føroyar taka ímóti Norðurírlandi

Føroyar taka ímóti Norðurírlandi
Føroyska fótbóltslandsliðið við kvinnum tekur í dag ímóti Norðurírlandi á Tórsvølli í EM-undandysti
Mynd: Bjarni Enghamar/FSF  
 
18.09.2020 - 13:45

Føroyar spæla í dag EM-undankappingardyst móti Norðurírlandi á Tórsvølli.

Eftir dystarsteðg í eitt hálvt ár, skal landsliðið við kvinnum undir seinnu helvt av undankappingini, har Føroyar eru í bólki saman við Norra, Hvítarusslandi, Wales og Norðurírlandi.

Nógvar eru ikki við

Stór útskifting hevur verið í hópinum, síðan Føroyar spældu 1-1 í venjingardysti móti Estlandi í mars. Ta ferðina skoraði Rannvá B. Andreasen í sínum síðsta landsdysti. Umframt Rannvá, verða m.a. Eyðvør Klakstein, Ansy Jakobsen og Lív Arge ikki við ímóti Norðurírlandi.

 - Tað er greitt, at vit skulu spæla nakrar nýggjar leikarar inn á liðið, og vit hava brúkt hesar dagarnar og venjingarnar til at prøva nøkur ting av. Nógvar av leikarunum eru ungar og óroyndar í A-landsliðshøpi, men tær eru allar dugnaligar og spentar til uppgávuna, sigur John Petersen, landsliðsvenjari við heimasíðuna hjá FSF.

Trupul undankapping higartil

Føroyar hava higartil spælt triggjar dystir í undankappingini. Landsliðið tapti 6-0 móti bæði Hvítarusslandi og Wales, meðan dysturin móti Norra endaði heili 13-0 til norsku grannarnar.

Norðurírland hevur fingið tvey stig higartil. Bæði stigini hava tær fingið við javnleikum móti Wales.

Dysturin byrjar klokkan 17.00, og Kringvarpið vísir dystin í sjónvarpinum.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 20. mai
Dylan 85
208635
Mikudag 20. mai
Serfrøðingurin: Málarin vitjar
208614
Mikudag 20. mai
Morgunlestur mikudagur 20.mai 2026
208379
Týsdag 19. mai
Morgunlestur týsdagur 19.mai 2026
208378
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 20. mai
Bygdin og bjørgini 3:3
202604
Mikudag 20. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208611
Týsdag 19. mai
Veðrið
208590
Mánadag 18. mai
Veðrið
208523