Reumert-heiðursløn fyri fjórðu ferð

Reumert-heiðursløn fyri fjórðu ferð
Hesaferð fekk Olaf Johannessen heiðurslønina saman við Jens Albinus fyri leiklut í sjónleikinum "Det store stilhæfte"
Olaf Johannesen og Jens Albinus hava fingið Reumert-heiðurslønina í ár fyri besta mannliga leiklut
 
22.09.2020 - 10:44

Føroyski sjónleikarin, Olaf Johannessen, vann í gjárkvøldið ársins Reumert-virðisløn fyri besta mannliga leiklut.

Reumert-virðislønirnar heiðra danska palllist.

Tað sjáldsama við heiðrinum hjá Olafi Johannessen í ár er, at hann vann virðislønina saman við einum øðrum sjónleikara, Jens Albinus. Teir hava leiklutir sum tvíburar í eini skaldsøgu eftir Agotu Kritof.

Tað er ikki hent fyrr, at tveir persónar vinna sama heiður, men dómsnevndin kallaði teirra framførslu í sjónleikinum "Det store stilhæfte" fyri skelkandi góðan sjónleik og eina framúr tvíframførslu. 

Í sjónleikinum "Det store stilhæfte" eru Olaf Johannessen og Jens Albinus einsamallir á pallinum.

Hetta er fjórða ferðin, at Olaf Johannessen vinnur eina Reumert-virðisløn fyri sína palllist.

Hann vann eisini heiðurin fyri besta mannliga leiklut í 2015 og 2016.

Í 2018 fekk Olaf Johannessen Heiðursreumertin.
 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 24. mai
Jambalaja - 240525
192336
Leygardag 24. mai
Upp á tá - 230525
192325
Leygardag 24. mai
Vikan 24. mai 2025
192323
Leygardag 24. mai
Morgunlestur leygardagur 24.mai 2025
192150
Fríggjadag 23. mai
Vikuskiftið 23 mei 2025
192308
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 24. mai
Grønir fingrar (1:3) - teknmálstulkað
192322
Leygardag 24. mai
Útilív 6:6 - teknmálstulkað
192321
Leygardag 24. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
192319
Fríggjadag 23. mai
Veðrið
192307
Fríggjadag 23. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
192266