Krevja linari revsing í Hægstarætti

Krevja linari revsing í Hægstarætti
Maðurin varð dømdur í "anbringelse" uttan tíðaravmarking. Nú krevur verjin tíðaravmarkaðan viðgerðardóm
Eitt nevningating í Føroya rætti viðgjørdi málið í summar. Nú er revsingin skotin inn fyri Hægstarætt
 
23.09.2020 - 18:00

Maðurin, sum eitt nevningating í Føroya rætti í summar dømdi í "anbringelse" uttan tíðaravmarking, skal í Hægstarætt í Keypmannahavn 2.desember.

Revsingin er skotin inn fyri Hægstarætt við kravi um, at hon verður linari.

Kravið er tíðaravmarkaður viðgerðardómur. Møguleiki skal vera fyri innlegging.

Maðurin, sum er sjúklingur á Psykiatrisku deild í Havn, var ákærdur fyri 22.juni í fjør at hava lagt á eitt starvsfólk á deildini, meðan tey gingu á gøtuni vestan fyri Sandá, sum er áin millum Havnina og Argir.

Frídømdur fyri drápsroynd

Maðurin varð ákærdur fyri drápsroynd, men frídømdur fyri hana í nevningatinginum.

Hann varð tó dømdur fyri grovan harðskap í tveimum førum og vanligan harðskap í trimum førum.  Hetta er endaligt, og kann ikki roynast í hægri rætti.

Men revsingin kann roynast. 

Og maðurin og verji hansara, Petur Even Djurhuus, halda, at tað er ov hørð revsing at verða dømdur at vera á psykiatriskari deild í óavmarkaða tíð.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 2. september
Eitt korter við klassiskum
212603
Týsdag 1. september
Breddin: Snyrilsmálið í Grønlandi
212545
Mánadag 31. august
Poppverturin 14
208468
Sunnudag 30. august
Tónleikur í 13 øldir (9:10)
210352
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598
Týsdag 1. september
Veðrið
212572
Týsdag 1. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212532
Mánadag 31. august
Veðrið
212514
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439