Heimildin er í donsku farsóttarlógini

Heimildin er í donsku farsóttarlógini
Danskir myndugleikar siga, at tað ber ikki til at heimila tiltøkum móti smittuspjaðing sambært matstovulógini
Uppskot um nýggja lógarbroyting, sum heimilar landsstýrismannin at áseta afturlatingartíðir, er nú i løgtinginum
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
29.09.2020 - 08:37

Danska stjórnin sigur seg skilja, um løgtingið vil avgera, nær skeinkistøðini í Føroyum skulu lata aftur.

Tað sæst í fráboðan frá Sundheds- og ældreministeriet til landsstýrið.

Umsitingin hjá løgtinginum ivast í heimildini hjá tinginum at broyta matstovulógina, við tí endamáli at forða fyri smittuspjaðing. 

Ivasamt er, um heimildin, sum gevur landstýrismanninum heimild til at broyta upp- og afturlatingartíðir hjá skeinkistøðum og matstovum, er í epidemilógini, sum er danskt málsøki, ella í matstovulógini, sum er føroyskt málsøki, sigur løgtingsumsitingin. 

Kannar málið

Sundheds- og ældreministeriet sigur seg vilja kanna málið, um føroyingar vilja yvirtaka epedemilógina, ella um lógin skal dagførast.

Í telduposti 21.juni í ár sigur Sundheds- og ældreministeriet, at smittuforðing í Føroyum er danskt málsøki. 

Ráðið sigur, at ikki ber til at heimila tiltøkum móti smittuspjaðing sambært matstovulógini. 

Nýtt uppskot

Løgtingið samtykti í summar at broyta matstovulógina, so landstýrismaðurin fekk heimild til at broyta upp- og afturlatingartiðir hjá skeinkistøðum og matstovum. 

Tann lógarbroytingin er kortini farin úr gildi aftur. 

Men uppskot um nýggja lógarbroyting, sum gevur landsstýrismanninum heimild til at áseta afturlatingartíðirnar, er nú í løgtinginum.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 24. apríl
Vikuskiftið 24 apríl 2026
207545
Fríggjadag 24. apríl
LEITISSTEIN 24.04.2026 (Wolfgang)
207536
Fríggjadag 24. apríl
Beinleiðis úr Studio 5 - Gjáir
207518
Fríggjadag 24. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 24.apríl 2026
207138
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. apríl
Hallucination
207204
Fríggjadag 24. apríl
Veðrið
207539
Fríggjadag 24. apríl
Kakumiks 2 (6:7)
207533