Rættarnevndin biður um longda freist

Rættarnevndin biður um longda freist
Nevndin var ikki liðug at viðgera uppskotið um at stytta arbeiðsvikuna, tá freistin fór 3. oktober
Christian Andreasen er formaður í Rættarnevndini
 
09.10.2020 - 08:37

Rættarnevndin hjá løgtinginum ger nógv burtur úr uppskotinum til samtyktar hjá Javnaðarflokkinum um at stytta arbeiðsvikuna.

So nógv, at nevndin nú hevur biðið um longda freist at avgreiða málið.

Rættarnevndin hevur biðið løgtingsformannin um freist til 20.oktober. Uppskotið fekk fyrstu viðgerð 3.september. Freistin at koma við áliti var tí til 3.oktober.

Rættarnevndin hevur viðgjørt málið á fýra fundum og hevur tosað við umboð fyri 15 feløg og myndugleikar.

Nevndin gjørdi av á seinasta fundi, sum var 28.september, at skriva álit. Men hetta arbeiði er ikki liðugt enn, og tí biður nevndin um longri tíð.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938