Trump ikki longur ein smittuvandi

bannari
Trump ikki longur ein smittuvandi
Sean Conley, lækni hjá amerikanska forsetanum, Donald Trump, sigur, at forsetin er ikki longur ein smittuvandi fyri onnur
 
11.10.2020 - 11:41

Umsitingin hjá forsetanum hevur tó ikki upplýst, um forsetin er kannaður aftur, og um kanningin vísir, at hann er ikki smittaður longur.

Donald Trump varð útskrivaður av sjúkrahúsi fyri umleið einari viku síðani, og í eini røðu fyri viðhaldsfólki av svalanum í Hvítu húsunum, segði forsetin, at hann er komin fyri seg aftur.

Umrøddi COVID-19 sum "Kina-virus"

Mær veit væl við, segði forsetin, samstundis sum hann læt seg úr maskuni.

Trump tosaði eisini um mótvalevnið, Joe Biden, og segði, at amerikanarar eiga ikki at at lata USA verða eitt sosialistiskt land.

Tí tað er tað, sum fer at henda, ella tað, sum verri er, segði hann.

Trump segði eisini, at USA fer at vinna á ræðuliga Kina-virusinum, sum hann tók til.

Tekur valstríðið uppaftur

Koppingarevnið er á veg, og tað verður tikið í nýtslu um heilt stutta tíð. Dugnaligar fyritøkur arbeiða við koppingarevninum, segði Donald Trump.

Forsetin fer at taka valstríðið upp undir foretavalið uppaftur í morgin, tá hann fer at tala á einum veljarafundi í Florida. Týsdagin gongur leiðin til Pennsylvania.

Samstundis sum Trump helt røðu av svalanum í Hvítu húsunum í gjár, upplýstu tey, sum skipa fyri valstríðnum hjá Joe Biden, at hann hevur aftur latið seg kannað, og royndin vísti, at hann er ikki smittaður av koronu. 

Forsetavalið í USA verður 3. november.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819