Biden og Trump í hvør sínum kjaki

Biden og Trump í hvør sínum kjaki
Á hvør sínari sjónvarpsrás kappaðust Joe Biden og Donald Trump í nátt okkara tíð um um amerikonsku veljararnar
Mynd: Savnsmynd  
 
16.10.2020 - 06:57

Kjakið, sum eftir ætlan skuldi verða millum bæði forsetavalevnini, varð avlýst av koronufarsóttini. Í staðin varð skipað fyri valfundi.

Trump svaraði spurningum frá einum verti á eini rás og Biden svaraði spurningum frá einum øðrum verti á eini aðrari sjónvarpsrás.

Høvuðsevnini gjørdust koronufarsóttin, samansvørjingar og Hægstirættur. Fyrsti spurningur til Biden var, hvat hann hevði gjørt øðrvísi í sambandi við koronufarsóttina, var hann forseti.

Trump vardi handfaring

Demokraturin svaraði, at tað er ábyrgdin hjá forsetan at leiða, og at Trump ikki gjørdi tað, eftir at farsóttin fór at gera um seg og rakti USA.

Ræðsla kom ikki á amerikanarar, ræðsla kom á hann, segði Joe Biden.

Biden, sum var staddur í Philadelphia, skuldsetti Trump fyri at hava tikið ov stórt fyrilit fyri partabrævamarknaðinum, samstundis sum hann gav tí lítlan týdning, hvussu virusið spjaðir seg og sostatt hóttir heilsu og inntøkurnar hjá amerikanarum.

>> SÍ EISINI Vil ikki kjakast við koronusmittaðan Trump

Trump, sum var staddur í Miami, vardi handfaringina og legði dent á, at kururin kann ikki vera verri enn trupulleikin.

Eg visti, at virusið var stór hóttan. Samstundis vildi eg ikki loypa ræðslu á fólk. segði Trump.

Mongu Twitter-boðini hjá Trump vóru eisini á breddanum. 

Deildi grein umaftur á Twitter

Týsdagin deildi Trump eina grein umaftur á Twitter um, at umsitingin hjá Obama, íroknað Biden, lat amerikanska serhermenn drepa, og at almenna søgan um, hvussu Osama bin Laden doyði, var bluff.

Eg sendi greinina umaftur, eg deildi hana har. Fólk kunnu sjálv meta um, segði Trump. Men verturin hevði ilt við at góðtaka verjuna og svaraði aftur. 

Eg skilji tað ikki. Tú ert forsetin. Tú ert ikki øri gubbin, sum bara kann senda út alt møguligt, segði Savannah Guthrie, vertur.

Biden viðgekk mistak

Samstundis varð Biden spurdur um broytingina í rættarskipanina í 1994, sum hann var við í. Funnist varð at broytingini, tí hon í størri mun rakti minnilutar, og tí eru minniluta yvirumboðaðir í amerikonskum fongslum.

Biden viðgekk, at 26 ára gamla nýskipanin var eitt mistak, og vísir á, at okkurt er munandi broytt síðani tá.

Men ja, tað var eitt mistak, segði Joe Biden.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 30. mars
Orðaval #34: Málsløg
206415
Mánadag 30. mars
Morgunlestur mánadagur 30.mars 2026
205926
Sunnudag 29. mars
Guðstænasta úr Kaldbaks kirkju
206399
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 30. mars
Veðrið
206444
Mánadag 30. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
206430
Sunnudag 29. mars
Andakt
206401