Ávarar um harðskap og blóðbað

Ávarar um harðskap og blóðbað
Ger tú profetin firtnan, fornermar tú allar muslimar, sigur iranski forsetin, Rouhani
 
29.10.2020 - 16:08

Iranski forsetin, Hassan Rouhani, ávarar um, at tann, sum ger Mohammed profet firtnan, kann uppliva harðskap og blóðbað.

Ávaringin kemur eftir, at stríðið um keipumyndir er kyknað aftur. 

Hassan Rouhani tosaði í iranskum sjónvarpi um Frakland, sum vil verja rættin at prenta keipumyndir av Mohammed.

Franskir myndugleikar verja henda rættin, eftir at ein lærari í søgu, sum hevði víst næmingunum keipumyndir, varð skorin á háls.

Ómoralskt

- At fornerma profetin er ikki einki avrik, tað er ómoralskt. Tað eggjar til harðskap. Og tað var óvæntað, at tað skuldi koma frá teimum, sum siga seg verja mentan og frælsi, - at tey, uttan at vita tað, eggja til harðskap og blóðbað, segði Rouhani ígjár.

Eftir at lærarin var dripin, hevur franski forsetin, Emmanuel Macron, við greiðum orðum vart rættin til at finnast at átrúnaði gjøgnum keiputekningar. 

Tað fall ikki í góða jørð í fleiri muslimskum londum.

Rouhani sigur, at vesturheimurin má skilja, at ger tú profetin firtnan, fornermar tú allar muslimar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 25. apríl
Jambalaja - 250426
207562
Leygardag 25. apríl
Vikugesturin: Hví ikki eg?
207557
Leygardag 25. apríl
Vikan 25. apríl 2026
207553
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. apríl
Hallucination
207204
Fríggjadag 24. apríl
Veðrið
207539
Fríggjadag 24. apríl
Kakumiks 2 (6:7)
207533