Evropeisk lond herða koronutiltøkini

bannari
Evropeisk lond herða koronutiltøkini
Koronasmittan breiðir seg við rúkandi ferð í Europa, og bæði Týskland og Frakland herða nú átøkini fyri at steðga smittuni
Nýggj, herd koronutiltøk koma í gildi í Týsklandi mánadagin
 
29.10.2020 - 07:16

Matstøð og skeinkistøð hava fingið boð um at lata aftur, men børnini sleppa í skúla. Tiltøkini í Týsklandi koma í gildi mánadagin.

Angela Merkel, samveldiskanslari, sigur, at talan er um strong tiltøk, men tey eru neyðug, tí smittan breiðir seg skjótt, og í 75 prosentum av førunum vita myndugleikarnir ikki hvaðani smittan kemur.

Handlar kunnu hava opið, men hvørt fólk skal hava 10 fermetrar av plássi. Angela Merkel segði, at týska heilsuverkið kann fáa trupulleikar, um smittan veksur so skjótt sum nú.

Útigongubann í Fraklandi

Týsku myndugleikarnir hava kunngjørt, at seinasta samdøgrið eru næstan 15.000 fólk smittað, og tað er met.

Í Fraklandi eru yvir 36.000 fólk smittað seinasta samdøgrið. Har hevur forboð fyri at vera úti um kvøldið og náttina verið galdandi í fleiri av stóru býunum.

Tað hevur ikki verið nóg mikið, og tí hevur franski forsetin boðað frá, at allar matstovur og skeinkistøð steingja frá í morgin. Franski forsetin sigur, at hendan aldan av koronu er ógvusligari enn tann fyrra, og fer at krevja meir, skrivar The Guardian.

Sjúkrahúsini fyllast í løtuni

Í Fraklandi sleppa fólk ikki út, uttan so at talan er er um neyðug viðurskifti, ella at ganga ein túr í ein tíma.

Heimsheilsustovnurin, WHO, sigur,at smittan nú ger mest um seg í Europa, og tí mugu londini taka neyðug stig, fyri at steðga smittuni.

Talskvinnan hjá WHO, Margaret Harris, sigur, at nú byrja sjúkrahúsini at fyllast við sjúklingum, og tað er ein keðilig gongd, skrivar BBC.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 15. november
Filosofiskur 8.partur
216351
Leygardag 14. november
TEMAPLÁTAN 40: 'Fahrenheit', Toto, 1986
215932
Leygardag 14. november
Jambalaja - 141126
216417
Leygardag 14. november
Upp á tá - 131126
216412
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Sunnudag 15. november
Andaktin
216426
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Fríggjadag 13. november
Veðrið
216392
Fríggjadag 13. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216364