Fíggjarætlanin fyri 2021 samtykt

Fíggjarætlanin fyri 2021 samtykt
Inntøkurnar hjá høvuðsstaðarkommuni eru í 2021 mettar til 1,092 milliardir krónur
Inntøkurnar hjá Tórshavnar kommunu verða 2,6 prosent størri í 2021, verður mett
 
30.10.2020 - 08:10

Býráðið í Havn samtykti í gjárkvøldið fíggjarætlanina fyri 2021. Sjey atkvøður vóru fyri uppskotinum, tær sjey í meirilutanum.

Minnilutin atkvøddi blankt. Seinna viðgerðin verður 26. november. Aftur næsta ár fer inntøkan hjá Tórshavnar kommunu upp um milliardina.

Í uppskotinum um fíggjarætlan fyri 2021 er inntøkan mett at verða ein milliard og 92 milliónir krónur, 28 milliónir, 2,6 prosent, meira enn í ár.

Skattaprosentið og barnafrádrátturin óbroyttur

Skattaprosentið í Tórshavnar kommunu verður tað sama næsta ár sum í ár, tað er 19. Og barnafrádrátturin verður sum í ár 8.000 krónur.

Tað fer at kosta 876 milliónir krónur at reka Tórshavnar kommunu næsta ár, 5,8 prosent meira enn í ár. Og 160 milliónir eru settar av til íløgur. Tá er Tórshavnar havn ikki við.

Inntøkurnar hjá Tórshavnar kommunu higartil í ár eru trý prosent størri enn mett í fíggjarætlanini fyri 2020.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 4. oktober
Møti í Filadelfia í Gøtu
214246
Sunnudag 4. oktober
Guðstænasta í Gøtu kirkju
214240
Leygardag 3. oktober
Plátupanelið #42 (1996)
214225
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234
Fríggjadag 2. oktober
Pan-Arctic Vision 2026
214213
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162