- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kunngerðir sendar til hoyringar

Skjótt kemur lóg um almannatrygd og tænastur í gildi - eisini kallað Vælferðarlógin - og í hesum sambandi er Almannamálaráðið farið undir tilgongdina at orða kunngerðir.
Tær fyrstu kunngerðirnar eru sendar til hoyringar og freistin at svara er 26. november.
Kunngerðirnar verða eisini lagdar á hoyringarportalin hjá landsstýrinum, har øll áhugað kunnu koma við viðmerkingum.
Lóg um almannatrygd og tænastur kemur í staðin fyri gomlu forsorgarlógina, sum upprunaliga er ein donsk lóg frá 1960’unum.
Hóast dagføringar eru gjørdar í fleiri umførum, er forsorgarlógin ikki longur tíðarhóskandi. Lógin um almannatrygd og tænastur varð einmælt samtykt í løgtinginum í vár, og kemur í gildi 1. januar 2021.
Meginreglan í nýggju lógini er, at støði verður tikið í tí einstaka; hvat hesin megnar, tørvir og ynskir í mun til støðuna, sum hann er í.
Tænasturnar skulu veitast saman við borgaranum - heldur enn fyri borgaran. Tað skrivar heimasíðan hjá Almannamálaráðnum.


























