Norsk Veritast stevnt eftir endurgjaldi

Norsk Veritast stevnt eftir endurgjaldi
Norsk Veritas hevur ábyrgdina av, at norska fregattin, Helge Ingstad, sakk, sigur norska verjan, sum vil hava 15 mia. norskar krónur í endurgjaldi
 
08.11.2020 - 14:34

Í fjør stevndi norski staturin Norsk Veritas í sambandi við óhappið, tá norska fregattin, Helge Ingstad, og maltesiska tangaskipið, Sola, stoyttu saman í Hjeltefjørðinum í Hordalandi 8. november 2018 og fregattin sakk.

Og norski staturin fyrireikar eisini rættarmál móti maltesiska reiðarínum, sum eigur tangaskipið, Sola TS.

Stóðu ikki har tey áttu

Norska skaðanevndin segði í niðurstøðu í fjør, at manningin á brúnni á fregattini hevði ikki fingið nøktandi upplæring. 

Norska TV2 avdúkaði eisini, at hesa náttina í 2018 var eingin maður var á fimm støðum á brúnni umborð á fregattini, har fólk áttu at vera, tá fregattin sigldi inn í Hjeltefjørðin.

Einki grundarlag fyri kravinum

Samskiftisfólkið hjá Norsk Veritas, Charlotte Bjørn, váttar, at tey hava fingið stevningina.  

Hon sigur, at arbeiðið hjá klassanum er grundað á tekningar og upplýsingar frá norsku verjuni. 

- Vit hava kannað málið neyvt og halda, at einki hald er í kravinum frá verjuni. Einki grundarlag er fyri at leggja ábyrgdina á okkum, og heldur einki samband er millum tað, sum Norsk Veritas, hevði ábyrgdina fyri og at Helge Ingstad sakk og tapið í tí sambandi, sigur Charlotte Bjørn, sambært norska kringvarpinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025