Valsendingin verður teknmálstulkað

Valsendingin verður teknmálstulkað
Teknmálstulkatænastan hevur bara ein tulk í løtuni, sigur landsstýrismaðurin í mentamálum
Teknmálstulkatænastan verður betur mannað fyrst í komandi ári, tá ein tulkur kemur aftur úr barnsburðarfarloyvi, sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður
 
09.11.2020 - 15:40

Tá Kringvarpið sendir um kommunuvalið í annaðkvøld, verður sendingin teknmálstulkað.

Tað sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður, sum hevur svarað Beintu Løwe, løgtingskvinnu, ið spurdi um teknmálstulkar.

Spurt varð, hví sendingar í Kringvarpinum, sum vanliga verða tulkaðar beinleiðis, ikki verða tulkaðar í løtuni.

Teknmálstulkatænastan, tænastan hjá Almannaverkinum, sum tulkar sendingarnar fyri Kringvarpið, hevur bara ein tulk í løtuni, sigur Jenis av Rana.

Hann sigur, at Teknmálstulkatænastan verður betur mannað fyrst í komandi ári, tá ein tulkur kemur aftur úr barnsburðarfarloyvi. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 10. oktober
Upp á tá - 091026
214585
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Fríggjadag 9. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Eivør
214535
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040