Borgarstjórin flestar atkvøður

bannari
Borgarstjórin flestar atkvøður
Borgarstjórin í Vestmanna, Pauli T. Petersen, hevur fingið flest atkvøður í Vestmanna triðja valskeiðið á rað
 
10.11.2020 - 21:34

Eisini í Vestmanna eru atkvøðurnar upptaldar, og aftur hesa ferð hevur borgarstjórin, Pauli T. Petersen, fingið flest atkvøður. Pauli T. Petersen fekk 248 atkvøður. 

Níggju fólk vórðu uppstillað á einasta valevnislistanum í Vestmanna. Sjey av teimum hava nú fingið pláss í nýggja bygdaráðnum, har trý teirra eru nývald.

Fleiri kvinnur enn menn í nýggja kommunustýrinum

Millum nývaldu kommunustýrislimirnar er Bjørg á Rógvi, sum við 140 atkvøðum fekk næstflestar atkvøður. Eisini Sára Jógvansdóttir er nývald, og hon fekk triðflestar atkvøður við 96 atkvøðum.

Afturat teimum er nývalda Anja Haldansen við 56 atkvøðum. Eyðun Hansen, Laila Haldansen og Ingi Olsen eru øll afturvald við ávíkavist 68, 56 og 49 atkvøðum. 

Nýggja kommunustýrið í Vestmanna sær tí soleiðis út: 

Nummar Navn Atkvøður
1 Pauli T. Petersen 248
2 Bjørg á Rógvi 140
3 Sára Jógvansdóttir 96
4  Eyðun Hansen 68
5 Laila Haldansen 59
6 Anja Haldansen 56
7 Ingi Olsen 49

Tú kanst fylgja við og síggja øll úrslitini her. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215335
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329