Eldraráðið í Norðoyggjum mannað

Eldraráðið í Norðoyggjum mannað
Øll sjey, sum stillaðu upp, sleppa í ráðið
Sjey fólk eru í Eldraráðnum í Klaksvík
 
12.11.2020 - 14:47

Øll sjey fólkini, sum stillaðu upp til Eldraráðið í Norðoyggjum, sleppa í ráðið, tí har skulu vera sjey fólk í Klaksvíkar kommunu. Tað merkir eisini, at eingi varafólk eru.

Á valinum fekk Gerda A. Absalonsen 170 atkvøður, Gunvør Sigurðsson 153, Manni Waag 104, Dánjal Klakk 91, Finnur Jacobsen 84, Alma Petersen 59, og Elsa S. Hansen fekk 48 atkvøður.

Í Eldraráðnum eru sjey fólk úr Klaksvíkar kommunu, eitt úr Hvannasunds kommuna, eitt úr Viðareiðis kommunu, eitt úr Kunoyar kommuna og eitt fólk úr Fugloyar kommunu. 

Endamálið hjá Eldraráðnum er at betra og útbyggja sambandið millum eldri fólk og Norðoya bú- og heimatænastu. Valskeiðið er fýra ár, og tað byrjar 1. januar næsta ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 31. august
Poppverturin 14
208468
Sunnudag 30. august
Tónleikur í 13 øldir (9:10)
210352
Sunnudag 30. august
Guðstænasta í Argja kirkju
212460
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 31. august
Veðrið
212514
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358