Rasmus Prehn nýggjur matvøruráðharri

Rasmus Prehn nýggjur matvøruráðharri
Mette Frederiksen, forsætisráðharri, hevur umskipað stjórnina
Rasmus Prehn verður nýggjur matvøruráðharri eftir Mogens Jensen, sum legði frá sær í kjalarvørrinum av minkagøluni
 
19.11.2020 - 13:59

Rasmus Prehn verður nýggjur matvøruráðharri í Danmark eftir Mogens Jensen, sum hevur lagt frá sær í kjalarvørrinum av minkagøluni. Hann fer eisini at umsita landbúnað og fiskivinnu.

Rasmus Prehn hevur frammanundan verið ráðharri fyri menningarsamstarv.

Mette Frederiksen, forsætisráðharri, hevur gjørt av at liða umhvørvis- og matvørumálaráðið sundur.

Flemming Møller Mortensen verður ráðharri fyri menningarsamstarv og norðurlendskt samstarv.

Mogens Jensen var eisini ráðharri í javnstøðumálum, men hetta málsøkið verður nú flutt í arbeiðsmálaráðið, har Peter Hummelgaard er ráðharri.

Umhvørvis- og matvørumálaráðið broytir navn til umhvørvismálaráðið, har Lea Wermelin er ráðharri.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Leygardag 10. oktober
Upp á tá - 091026
214585
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040