Byggiloyvi til Ovasavn

Byggiloyvi til Ovasavn
Savnið verður góðar 100 fermetrar umframt útigólv, sum verður 11,4 fermetrar
Nú er ætlanin at byggja Ovasavn í Nólsoy, og har fer Diana Victoria, sum Ove Joensen, sáli, róði í, eisini at standa
 
26.11.2020 - 08:55

Tórshavnar býráð fer í kvøld at geva byggiloyvi til eitt Ovasavn í Nólsoy.

Umsóknin um byggiloyvi er dagfest 31.august í ár.

Savnið verður góðar 100 fermetrar umframt útigólv, sum verður 11,4 fermetrar.

Annar endin er í einari hædd, har verður bátasavnið.

Hin endin er í tveimum hæddum. Har verða móttøka, kunningarstova, myndasavn og filmsavn.

Tórshavnar kommuna eigur báðar matriklarnar, sum Ovasavnið ætlar at byggja á.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 18. november
Vágskálin: Frá Jóannesi bónda til Frú S
216535
Mikudag 18. november
Skratsj 18. nov. 2026
216628
Mikudag 18. november
Mono 3 - Fróði Løksagarð - 181126
216627
Mikudag 18. november
Mannakor og korona 1:4
216604
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 19. november
Silja millum strokini
216631
Mikudag 18. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216592
Týsdag 17. november
Veðrið
216565
Týsdag 17. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
216520
Mánadag 16. november
Veðrið
216486