Amnesty hartar Amazon

Amnesty hartar Amazon
Heimsins størsta internetfyritøka, Amazon, virðir ikki starvsfólkarættindi, sigur mannarættindafelagsskapurin
 
27.11.2020 - 12:29

Tað er niðurstøðan í nýggjari frágreiðing hjá Amnesty International, sum lýsir ivasom arbeiðsviðurskifti hjá starvsfólkum hjá Amazon í Fraklandi, Póllandi, Stóra Bretlandi og í USA.

Starvsfólk, sum royna at skipa seg í fakfelag, verða hótt verða stevnd ella koyrd úr starvi, sambært atfinningunum hjá Amnesty.

Ei heldur virðir Amazon tryggari arbeiðsviðurskifti og sjúkrapengar, meðan korona herjar, og tað hevur elvt til økt arbeiðstrýst og gjørt tað vandamiklari hjá starvsfólkum at arbeiða.

Yvirskotið hjá Amazon metstórt

  Meðan korona hevur herjað, hava starvsfólk hjá Amazon sett sína heilsu í vanda fyri at tryggja, at týdningarmiklar vørur verða latnar við okkara dyr, og tað hevur givið Amazon eitt metstórt yvirkot.

– Í tí sambandi er tað skelkandi, at Amazon hevur arbeitt ímóti starvsfólkum, sum royna at skipa seg. Sum eitt av valdsmiklastu fyritøkum í heiminum, átti Amazon at vita betri, sigur Barbora Cernusaková, sum er granskari og ráðgevi hjá Amnesty.

Sambært Amnesty hevur felagsskapurin í september skrivað til Amazon og biðið fyritøkuna um at svara ákærunum í frágreiðingini. 12. oktober kom skrivligt svar frá Amazon, sum tó svarar uttan um spurningarnar, sambært Amnesty.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 30. mars
Orðaval #34: Málsløg
206415
Mánadag 30. mars
Morgunlestur mánadagur 30.mars 2026
205926
Sunnudag 29. mars
Guðstænasta úr Kaldbaks kirkju
206399
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 30. mars
Veðrið
206444
Mánadag 30. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
206430
Sunnudag 29. mars
Andakt
206401