Handað løgmanni tilmæli

Handað løgmanni tilmæli
Arbeiðsbólkurin, sum í fjør varð settur at endurskoða bygnaðin á Føroya Kærustovni,  hevur nú handað løgmanni áliti
Bárður á Steig Nielsen tekur ímóti tilmælinum
 
28.11.2020 - 12:07

Uppgávan hjá bólkinum var at taka støði í verandi virksemi og skipan, og síðani gera tilmæli um møguligar broytingar, so stovnurin fer at hóska betri til tað samfelag og tann fyrisitingarbygnað, sum er í dag. Tað boðar Kærustovnurin frá í tíðindaskrivi. 

Sambært arbeiðsbólkinum eru 14 ítøkilig tilmæli. Eitt høvuðstilmæli er at flyta allar nevndirnar, sum Kærustovnurin í dag er skrivstova fyri, inn á sjálvan Kærustovnin. Hetta merkir, at Kærustovnurin frameftir sjálvur viðger kærumálini og tekur avgerðir sum sjálvstøðugur myndugleiki.

 - Flestar avgerðir eru fyrisitingarrættarligar ella grundaðar á fyrisitingarrætt, har løgfrøðin er tann berandi parturin av viðgerðini. Henda servitan er á Kærustovninum, og tí kunnu løgfrøðingar á stovninum avgreiða flestu mál. Í teimum málum, har neyðugt er at fáa serkøna ráðgeving t.d. frá læknum ella byggikønum, ber til at hava eina skipan, har serkøn verða knýtt at stovninum sum ráðgevar at heita á, tá ið hetta verður mett neyðugt,” stendur millum annað at lesa í álitinum.

Alt álitið kann lesast her

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 30. august
Tónleikur í 13 øldir (9:10)
210352
Sunnudag 30. august
Guðstænasta í Argja kirkju
212460
Fríggjadag 28. august
Vikuskiftið 28 aug 2026
212437
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290