Hallið verður hálvthundrað milliónir

Hallið verður hálvthundrað milliónir
Býráðið í Eysturkommunu hevur samtykt fíggjarætlanina fyri 2021
30 milliónir krónur skulu brúkast til dagsstovnin í Gøtu næsta ár
 
29.11.2020 - 16:03

Tað fer at kosta slakar hundrað milliónir krónur at reka Eysturkommunu næsta ár. Býráðið hevur samtykt fíggjarætlanina fyri 2021.

Inntøkurnar eru 119,5 milliónir krónur. Raksturin kostar 98 milliónir krónur, 3,9 prosent meira enn í ár.

Talan er um lønarhækking og fleiri pengar til eldrasamstarvið Nánd. Ætlanin er at gera íløgur fyri 62 milliónir krónur í 2021.

Stór íløga

Størsta íløgan, 30 milliónir krónur, er í dagsstovnin við Gøtugjógv. 10 milliónir fara til at byggja út eldrasambýlið Giljagarð í Leirvík, fimm milliónir eru settar av til sjóhitaverkætlanina í Leirvík og fýra milliónir til útstykking í Leirvík. 

Avdráttirnir í 2021 verða 7,8 milliónir krónur, og ein millión krónur fara til rentur næsta ár. Hallið hjá Eysturkommunu verður 50,7 milliónir krónur næsta ár.

Skattaprosentið verður óbroytt 21, og barnafrádrátturin verður eisini óbroyttur, 8.000,00 krónur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952