Bretland setur bann fyri Huawei

Bretland setur bann fyri Huawei
Bannið kemur í gildi í september næsta ár, og forboð verður eisini sett fyri at keypa nýggja útgerð frá Huawei longu á nýggjárinum
Øll útgerð frá Huawei skal verða tikin úr fjarskiftiskervinum í Bretlandi í seinasta lagi um sjey ár
 
30.11.2020 - 09:01

Bretska stjórnin hevur sett bann fyri at brúka 5G-útgerð frá kinesiska telerisanum, Huawei, frá september næsta ár.

– Vit taka stór stig fyri at gerast eitt av londunum, sum hava strangastu trygdarreglur fyri telesamskifti, sigur bretski ráðharrin fyri miðlar, ítrótt og mentan, Oliver Dowden.

Í dag leggur stjórnin fram nýggja trygdarlóg í parlamentinum.

– Týdningarmikil partur av trygdarlógini snýr seg um stríðið móti hátrygdarfeløgum, og vit hava framsókna tíðarætlan fyri at fáa Huawei-útgerð burtur úr 5G-netverkinum hjá okkum fyri 2027, sigur Dowden.

Á svartalista

Kineskar telesamskiftisfyritøkur er settar á svartalista í fleiri londum í vesturheiminum, tí stúrt verður fyri, at kinesiskir myndugleikar nýta feløgini til at njósnast eftir útlendskum ríkisborgarum. 

Bretska stjórnin boðaði longu í juli frá, at hon fer at útihýsa Huawei, tí stúrt verður fyri trygdini. Bretland setur eisini bann fyri at keypa nýggja 5G-útgerð frá Huawei eftir 31. desember.

Dowden segði tá, at partar av utgerðini, sum longu er í nýtslu, íroknað 4G-undirstøðukervið, skulu takast burtur í seinasta lagi í 2027.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 6. oktober
Vitan
214348
Týsdag 6. oktober
Vitan
214349
Mánadag 5. oktober
RagnarRokk: Felix Heldt um Night is Calling
214012
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
214342
Mánadag 5. oktober
Veðrið
214310
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241