Skattaprosentið í Vági lækkar

Skattaprosentið í Vági lækkar
Raksturin næsta ár kostar 57 milliónir kr., og íløgur verða gjørdar fyri 4,7 milliónir
Skattaprosentið í Vági lækkar niður í 21,5 prosent. Í 2013 var tað 23,25
 
01.12.2020 - 09:08

Fólk í Vági skulu gjalda minni í skatti næsta ár. Skatturin minkar 0,15 prosentstig, niður í 21,50 prosent.

Skattaprosentið var 23,25 í 2013. 

Vágs býráð hevur samtykt fíggjarætlanina fyri 2021. Sambært henni kostar Vágs kommuna tað sama at reka næsta ár sum í ár.

Raksturin er mettur at kosta 57,1 millión krónur. Íløgur fyri 4,7 milliónir verða gjørdar næsta ár.

Vágs kommuna fer í 2021 at rinda 3,5 mió. kr. aftur í skuld. Renturnar eru góðar 300.000 kr.

1.392 fólk búgva í Vágs kommunu. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 26. apríl
Súlukongurin í Mykinesi
174169
Fríggjadag 26. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 26. apríl 2024
173998
Hósdag 25. apríl
RagnarRokk 25.apríl 2024
173545
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012