Barsilstíðin verður nú eitt ár

Barsilstíðin verður nú eitt ár
Løgtingið hevur einmælt samtykt uppskotið hjá Helga Abrahamsen, landsstýrismanni
Tær fýra vikurnar, sum koma aftrat í Barsilsskipanini, verða lagdar aftrat felagskvotuni hjá báðum foreldrum
 
08.12.2020 - 15:35

Barsilstíðin verður longd fýra vikur, og verður nú eitt ár.

Løgtingið hevur einmælt samtykt uppskotið hjá Helga Abrahamsen, landsstýrismanni í umhvørvis- og vinnumálum. Øll 25 tingfólkini, sum vóru í tingsalinum, atkvøddu fyri.

Samstundis hækkar inngjaldið til skipanina úr 0,71 prosentum upp í 0,86 prosent av lønini.

Barsilsskipanin hevur verið fíggjarliga sperd í seinastuni, men hækkingin í inngjaldinum fær hallið burtur og fíggjar eisini tað, sum longda barsilstíðin kostar, sigur Helgi Abrahamsen.

Lagdar aftrat felagskvotuni

Tær fýra vikurnar, sum koma aftrat í Barsilsskipanini, verða lagdar aftrat felagskvotuni hjá báðum foreldrum. Tað merkir, at mamman fær rætt til barsilspening í 14 vikur eftir barnsburð, pápin í fýra vikur, og foreldrini kunnu býta 34 vikur sínámillum.

Samstundis sum inngjaldið í Barsilsskipanina hækkar, lækkar inngjaldið til arbeiðsloysisskipanina 0,25 prosent.

Uppskotið um at leingja barsilsskipanina og at hækka inngjaldið skal hava eina viðgerð í tinginum aftrat.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 22. oktober
RagnarRokk 22.oktober 2026
214664
Hósdag 22. oktober
Nýtt ljóð
215223
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053