Bretar byrjaðir at koppseta fólk

bannari
Bretar byrjaðir at koppseta fólk
Heilsuverkið í Bretlandi hevur í fyrsta umfari fingið 800.000 skamtar av koppingarevninum fyri koronu
90 ára gamla Margaret Keenan er tann fyrsti bretin, sum fær nýggju COVID-19 koppsetingina í Bretlandi, nú byrjað verður at koppseta fólk í landinum
Mynd: AP  
 
08.12.2020 - 07:38

Bretland er fyrsta landið í vesturheiminum, sum hevur góðkent koppingarevni frá Pfizer/BioNTech. Í síðstu viku byrjaðu russar eisini eitt koppseta við teirra egna Sputnik V-koppingarevni.

Í fyrstu atløgu vera tað fólk yvir 80 ár, bú- og starvsfólk á ellis- og røktarheimum, umframt starvsfólk í heilsuverkinum, sum verða koppsett, siga bretsku myndugleikarnir.

Bretska heilsuverkið hevur fyribils fingið 800.000 skamtar av koppingarevninum frá Pfizer/BioNTech. Hetta er nokk til 400.000 fólk, tí koppingarevnið skal gevast í tveimum, við trimum vikum ímillum.

Trupult at handfara koppingarevnið

Koppingarevnið skal goymast við minus 70 stigum, og hetta hevur havt avbjóðingar við sær, tí hetta ger tað torført at flyta koppingarevnið, skrivar BBC.

Sambært danska TV2, so ætlar bretski heilsumálaráðharrin, Matt Hancock, at ganga á odda við at vísa álit á nýggja koppingarevnið, og hann skal eftir ætlan koppsetast í beinleiðis sjónvarpi.

Heilsuverkið í Bretlandi vónar at koppseta tey flestu fólkini í vandabólkum fyrst í 2021, og ávarar tí um, at verandi smittuverndartiltøk vera galdandi í eina tíð aftrat, hóast tey í dag byrja at koppseta.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. september
Bolero
213531
Sunnudag 20. september
Guðstænasta í Glyvra kirkju
213526
Sunnudag 20. september
Filosofiskur 2. partur
213469
Leygardag 19. september
Jambalaja - 190926
213511
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473
Hósdag 17. september
Veðrið
213424