Samráðingar um Brexit enda í morgin

Samráðingar um Brexit enda í morgin
Samráðingarleiðarin hjá ES er ikki sinnaður at samráðast longur enn til mikudagin
 
08.12.2020 - 05:58

Mikudagurin er seinasti dagurin, at samráðst verður um Brexit. Tað sigur samráðingarleiðarin hjá ES, Michel Barnier, sum ikki er sinnaður at samráðast longur enn tað. Tað skrivar bretska blaðið, The Guardian. 

Í kunning til limirnar í ES-tinginum og evropeisk sendifólk í Brússel upplýsir Barnier, at samráðingarnar ikki eru langt frá endaspælinum, og at tær væntandi verða lidnar ein av næstu døgunum. 

Samráðingarnar mugu avgreiðast nú, tí bæði ES-limalondini og Bretland mugu staðfesta avtaluna, ið staðfestir, hvussu viðurskiftini verður millum Bretland og ES eftir 1. januar.

Úrslitið kann fara báðar vegir

Hóast samráðingarleiðarin sær ein enda á samráðingunum, so merkir tað ikki, at tað fer at eydnast at finna eina loysn. Ein kelda sigur við The Guardian, at enn er nógv óvissa tengd at samráðingunum. 

– Úrslitið av samráðingunum er enn óviss og kann fara báðir vegir. ES er tilreiðar at gera nógv fyri at fáa eina rímiliga, burðardygga og javna avtalu í lag fyri borgararnar í ES og Bretland. Tað er Bretland, sum má velja millum eina slíka loysn ella onga avtalu, sigur keldan við the Guardian, 

Sambært blaðnum hittast ES-leiðarar hósdagin, og tá kunnu teir skriva undir avtaluna ella gera klárt til eitt úrslit við ongari avtalu.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 15. november
Bolero - Niels V. Gade
216433
Sunnudag 15. november
Guðstænasta í Haldarsvíkar kirkju
216428
Sunnudag 15. november
Filosofiskur 8.partur
216351
Leygardag 14. november
TEMAPLÁTAN 40: 'Fahrenheit', Toto, 1986
215932
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Møti
216442
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Sunnudag 15. november
Talvið um Tinganes (2:2) - teknmálstulkað
216435