Jákup Sverri farin fyrsta rannsóknartúrin

Jákup Sverri farin fyrsta rannsóknartúrin
Kannar brisling í Tangafirði og á Skálafjørðinum
Seinastu dagarnar hevur Jákup Sverri ligið a Havnini og tikið útgerð. Nú er hann farin fyrsta rannsóknartúrin
 
09.12.2020 - 15:08

Í morgun fór Jákup Sverri fyrsta rannsóknartúrin fyri Havstovuna.

Á fyrsta túrinum er endamálið at kanna brisling í Tangafirði og á Skálafjørðinum.

Hetta er triðja árið, at Havstovan ger brislingakanningar á føroysku firðunum.

Hóast Jákup Sverri var nógv seinkaður, hevur Havstovan ætlað, at hann skuldi gera fyrstu rannsóknirnar jól, og tað verður gjørt nú.

Tikið útgerð

Skipið varð latið Fiskimálaráðnum 3. desember, og síðani hevur Jákup Sverri ligið á Havnini og tikið útgerð.

Ósemja var millum Sjóvinnustýrið og Fiskimálaráðið um, hvussu Jákup Sverri skuldi skrásetast. Sjóvinnustýrið skrásetti skipið sum handilsskip síðst í oktober, men Fiskimálaráðið vildi hava Jákup Sverra skrásettan sum fiskiskip.

Endin var, at Jákup Sverri verður verandi skrásettur sum handilsskip, men ein fyrisitingarlig avgerð loyvir fiskimonnum at mynstra umborð.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 14. mai
Góðan morgun Føroyar
175040
Týsdag 14. mai
Morgunlestur týsdagur 14. mai 2024
174854
Mánadag 13. mai
Norðurljóð 13.mai 2024
175002
Mánadag 13. mai
Við Tórði á túri í Skálhøvda
175000
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958
Sunnudag 12. mai
FM í estetiskum fimleiki 2024
174949
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902