ES fer at skoða Starvsstovuna

ES fer at skoða Starvsstovuna
ES vil við hesum tryggja sær, at føroyskar fiskavørur lúka heilsufrøðiligar treytir
Veterineravtalan tryggjar, at Føroyar hava somu lóggávu sum ES um fisk og fiskaúrdráttir
 
11.12.2020 - 09:10

Í næsta mánaði fer ein ES nevnd at skoða Heilsufrøðiligu starvsstovuna.

ES vil við hesum tryggja sær, at føroyskar fiskavørur lúka heilsufrøðiligar treytir. Slíkar ES-skoðanir hava verið tríggjar ferðir fyrr, í 2008, 2011 og 2015.

Skoðanin verður hesa ferðina gjørd á netinum.  

Føroyar hava síðani 2001 havt eina veterineravtalu við ES-nevndina. Avtalan tryggjar, at Føroyar hava somu lóggávu sum ES um fisk og fiskaúrdráttir.

Tí krevst ikki heilsuváttan fyri fisk, sum fer úr Føroyum til ES.

ES-skoðanin byrjar 7.januar og varar til 29.janunar.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 13. november
Breddin: Miðlastuðul og vitlíki í bókmentum
216363
Fríggjadag 13. november
Lazarus - Beinleiðis úr Studio 5
216358
Fríggjadag 13. november
Le connetable
216318
Hósdag 12. november
RagnarRokk 12.november 2026
215565
Hósdag 12. november
RagnarRokk: Chuck Billy um Holding My Breath
215564
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Fríggjadag 13. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216364
Hósdag 12. november
Veðrið
216328
Hósdag 12. november
Talvið um Tinganes (2:2)
216265