Tríggir smittutilburðir afturat

bannari
Tríggir smittutilburðir afturat
Tvey fólk eru partur av somu smittuketuni. Hitt fólkið kom til landið við flogfari í gjár
 
13.12.2020 - 16:09

Tríggir nýggir COVID-19 tilburðir eru staðfestir í Føroyum seinasta samdøgrið, vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum.

Tvey av teimum trimum fólkunum eru partur av einari smittuketu, sum landslæknin fylgir í hesum døgum.

Eingin innlagdur í løtuni

Eitt fólk, sum kom til landið við flogfari í gjár, fekk staðfest smittuna á regluligu koronukanningini við landamarkið á flogvøllinum.

Í gjár vórðu 670 koronukanningar gjørdar í Føroyum, og nú eru tilsamans 176.383 kanningar gjørdar her í landinum.

Einki fólk í Føroyum er í løtuni innlagt hjá Sjúkrahúsverki Føroya við smittuni, upplýsa heilsumyndugleikarnir í Føroyum seinnapartin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858