Hugsar seg um í nakrar dagar

Hugsar seg um í nakrar dagar
Kristina Háfoss er vorðin stjóri í Norðurlandaráðnum, og fer í farloyvi úr tinginum. Páll á Reynatúgvu er næstur á listanum
Páll á Reynatúgvu er næstur á listanum hjá Tjóðveldi at taka sæti í tinginum fyri Kristinu Háfoss, men hann umhugsar støðuna fyrst
 
15.12.2020 - 10:33

Nú Kristina Háfoss fer úr tinginum 1.februar næsta ár, er Páll á Reynatúgvu næstur á listanum hjá Tjóðveldi.

Á valinum í fjør fekk Páll á Reynatúgvu 252 atkvøður. Næstur honum er Ingolf S. Olsen við 248 atkvøðum.

Páll á Reynatúgvu sigur, at hann fer at hugsa seg um í nakrar dagar, um hann skal fara aftur í løgtingið.

Páll á Reynatúgvu var løgtingsformaður seinasta valskeið.

Kristina Háfoss er vorðin stjóri í Norðurlandaráðnum, og tekur við tí starvinum 1.februar.

Honn fekk 344 atkvøður á løgtingsvalinum í fjør. Hon varð nummar fýra á tjóðveldislistanum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 25. juni
Morgunlestur hósdagur 25.juni 2026
209942
Mikudag 24. juni
Skratsj 24. juni 2026
210120
Mikudag 24. juni
Morgunlestur mikudagur 24.juni 2026
209940
Týsdag 23. juni
Millum tøkini #11: Jóansøka
210084
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 24. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210107
Týsdag 23. juni
Veðrið
210087
Mánadag 22. juni
Veðrið
210033
Leygardag 20. juni
Video: 5mf kvinnur, jóansøka 2026
209980