Letur upp fyri ferðslu á middegi leygardagin

Letur upp fyri ferðslu á middegi leygardagin
Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, klippir snórin og verður fyrstur at koyra í Eysturoyartunlinum, tá hann er tikin alment í nýtslu
Teitur Samuelsen, stjóri í tunnilsfelagnum, og Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í samferðslumálum, sum klippir snórin og verður fyrstur at koyra í Eysturoyartunlinum, tá hann verður tikin í nýtslu leygardagin
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
17.12.2020 - 15:56

Eysturoyartunnilin letur upp fyri almennari ferðslu á middegi leygardagin.

Ein tíma frammanundan, klokkan 11, verður skipað fyri hátíðarhaldi fyri innboðin við rundkoyringina í tunlinum. 

Har verða hornblástur og røður hildnar.

Millum røðararnar verða Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í samferðslumálum, Tróndur Patursson, listamaður, sum greiðir frá listaverkinum í rundkoyringini, og Bergur Poulsen, nevndarformaður í partafelagnum Eysturoyar- og Sandoyartunlar.

Eyðun Eliasen fer at greiða frá arkitekturinum í sambandi við portalar og ljósseting, og Jens L. Thomsen fer at greiða frá ljóðmyndini, sum verður at hoyra í tunlinum.

Annika Olsen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, og borgarstjórarnir í kommununum við Skálafjørðin, Tórbjørn Jacobsen, Artur Johansen og Johannes Danielsen fara eisini at halda røðu.

Hátíðarhaldið verður sent bæði í útvarpinum og sjónvarpinum.

Jørgen klippir snórin

Hátíðarhaldið við rundkoyringina endar við, at Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, slippir snórin og verður tann fyrsti at koyra í tunlinum, eftir at hann er tikin alment í nýtslu.

Á middegi - klokkan 12 - letur Eysturoyartunnilin upp fyri almennari ferðslu.

Seinastu dagarnar eru ymsar royndir gjørdar í tunlinum, og tær hava eydnast væl. 

Í kvøld verður ein bjargingarroynd, og hon verður tann seinasta, sum verður gjørd, áðrenn Eysturoyartunnilin letur upp leygardagin.

Tað verður ókeypis at koyra í tunlinum til nýggjárs. 

 

Í dag vóru borgarstjórarnir í Havn og í kommununum við Skálafjørðin eftir 1. januar í Eysturoyartunlinum og skoðaðu verkið. Bjarni Árting Rubeksen tók myndirnar. 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 27. mai
Morgunlestur mikudagur 27.mai 2026
208231
Týsdag 26. mai
Morgunlestur týsdagur 26.mai 2026
208229
Mánadag 25. mai
Eitt undur at vit kláraðu tað
208777
Mánadag 25. mai
Uttanduraguðstænasta av ovara vølli.
208771
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 27. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208852
Týsdag 26. mai
Veðrið
208816
Mánadag 25. mai
Andaktin 2. Hvítusunnudag
208776