Einki bendir á rottu

Einki bendir á rottu
Tiltøkini halda kortini fram í minst tíggju dagar afturat, sigur Poul Klementsen, borgarstjóri á Sandi
Onkur heldur seg hava sæð rottu við tunnilsmunnan í Sandoynni, men enn er einki funnið, sum bendir á tað
 
18.12.2020 - 14:42

Einki er funnið enn, sum bendir á, at rotta er í Sandoynni, sigur Poul Klementsen, borgarstjóri á Sandi.

Tað var um middagsleitið týsdagin, at fráboðan kom um rottu við munnan á Sandoyartunlinum í Traðardali.

Eitur varð lagt út og serligt pappír, sum avdúkar, um rotta hevur gingið á tí.

Men einki bendir á, at rotta er har. 

Tiltøkini halda fram í minst tíggju dagar afturat, sigur Poul Klementsen.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 18. november
Vágskálin: Frá Jóannesi bónda til Frú S
216535
Mikudag 18. november
Skratsj 18. nov. 2026
216628
Mikudag 18. november
Mono 3 - Fróði Løksagarð - 181126
216627
Mikudag 18. november
Mannakor og korona 1:4
216604
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 19. november
Silja millum strokini
216631
Mikudag 18. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216592
Týsdag 17. november
Veðrið
216565
Týsdag 17. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
216520
Mánadag 16. november
Veðrið
216486