Inger Støjberg farin frá

Inger Støjberg farin frá
Tað er óhaldbært hjá einum floksformanni at skula leiða uttan stuðul frá síni næstforkvinnu, sigur floksformaðurin í Vinstra
 
30.12.2020 - 06:41

Inger Støjberg er farin frá sum næstforkvinna í Vinstra. Hesum boðaði Inger Støjberg sjálv frá í gjárkvøldið, stutt eftir at nevndin í flokkinum í tveir tímar hevði fundast um framtíðina hjá Støjberg í flokkinum.

Jakob Ellemann hevur í dag biðið meg um at leggja frá mær sum næstformaður í Vinstra. Eg skilji, at tað millum annað kemur av hansara vantandi áliti á mína linju í eini røð av politiskum málum.

Nakrir nevndarlimir skutu upp, at eg fór í farloyvi - men tað var umráðandi fyri Jakob, at eg skal fara heilt frá sum næstformaður," skrivaði Inger Støjberg á Facebook.

Valdsskifti í fjør

Eitt valdsskifti hendi í Vinstra í fjør, tá formaðurin Lars Løkke Rasmussen og næstformaðurin Kristian Jensen fóru frá, og Jakob Ellemann-Jensen og Inger Støjberg komu til sum ávikavist formaður og næstforkvinna í flokkinum.

Men stevið millum Ellemann-Jensen og Støjberg hevur verið trupult frá byrjan. Tá Jakob Ellemann-Jensen fyrr í hesum mánaðinum segði, at Vinstri fór at taka undir við einum møguligum ríkisrættarmáli móti Inger Støjberg, var mestsum greitt, at samstarvið teirra millum ikki kundi halda fram. 

Kanna um hon kann reinsast

Tveir óheftir løgfrøðingar kanna í løtuni møguleikan fyri at reisa eitt ríkisrættarmál móti Inger Støjberg í sambandi við, at hon í 2016 sum ráðharri skal hava givið Fólkatinginum villleiðandi upplýsingar.

Á sínum Facebook-vanga harmast Jakob Ellemann-Jensen um, at tað skuldi enda soleiðis, men hann vísir á, at samstarvið millum seg og Inger Støjberg í langa tíð hevur riggað illa.

Tað er óhaldbært hjá einum floksformanni at skula leiða uttan stuðul frá síni næstforkvinnu. Hann sigur seg kortini vóna, at Inger Støjberg fer at halda fram í Vinstra.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 13. november
Tekstur til tónleik: Vald
216134
Fríggjadag 13. november
Breddin: Miðlastuðul og vitlíki í bókmentum
216363
Fríggjadag 13. november
Lazarus - Beinleiðis úr Studio 5
216358
Fríggjadag 13. november
Le connetable
216318
Hósdag 12. november
RagnarRokk 12.november 2026
215565
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Fríggjadag 13. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216364
Hósdag 12. november
Veðrið
216328
Hósdag 12. november
Talvið um Tinganes (2:2)
216265