Sáttmálaloysi síðani 2019

Sáttmálaloysi síðani 2019
Nú vit eru komin í 2021 eru nakrir sáttmálar ikki gjørdir enn fyri teir, sum fóru úr gildi í 2019
Sjúkrarøktarfrøðingarnir vóru í verkfalli í fjør, og Semingsstovnurin tók um endan.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen (savnsmynd)  
 
01.01.2021 - 13:48

Nú vit eru komin í 2021 eru nakrir sáttmálar ikki gjørdir enn fyri teir, sum fóru úr gildi í 2019.

Talan er um sáttmálarnar millum Fíggjarmálaráðið og Búskapar- og løgfrøðingafelagið og donsku fakfeløgini, sum hava sáttmálar um tey, sum arbeiða í apoteksverkinum, Farmakonomforeningen og PharmaDanmark.

Samráðingarfólkini eru donsk, og hava trupult við at seta av neyðugu tíðina til sóttarhald og samráðingar, sigur Fíggjarmálaráðið.

Sáttmáli er gjørdur við eitt felag, sum hevði sáttmála til 1.oktober í fjør. Tað er Musikklærarafelagið.

Á byrjanarstigi

Samráðingarnar við Pedagogfelagið og Yrkisfelagið miðnám eru komnar nakað á leið.

Aðrar samráðingar eru enn á byrjanarstigi, sigur Fíggjarmálaráðið.

Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, fegnast um, at fakfeløgini á almanna arbeiðsmarknaðinum taka undir við leistinum hjá feløgunum á privata arbeiðsmarknaðinum.

Semjurnar, sum eru gjørdar í 2020, eftir at korona kom, fylgja sama leisti, sum var avtalaður við Lærarafelagið.

Tað er ein trý ára sáttmáli. Lønin hækkaði 2,56 prosent 1.oktober 2019, hon hækkar 2,05 prosent í dag og 1,25 prosent 1.oktober í ár.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Reyðir kjálkar
216033
Týsdag 10. november
Ung lesa 2 - 1. partur
216206
Týsdag 10. november
Tekstur til tónleik: Salt
216132
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Týsdag 10. november
Breddin: Málið um Bakkafrost
216187
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096