Týskland rakk málinum um at minka útlátið

bannari
Týskland rakk málinum um at minka útlátið
Korona hjálpti landinum at røkka málinum um at avmarka útlátið av vakstrarhúsgassi í 2020
Ein mest sum tóm floghavn í Týsklandi. Korona gjørdi sítt til, at landið rakk málinum um at minka útlátið í fjør
Mynd: AP (savnsmynd)  
 
05.01.2021 - 08:19

Týskland rakk í fjør málinum um at avmarka útlátið av vakstrarhúsgassi. Tað vóru ikki veðurlagsátøk, sum gjørdu munin, men korona. Tað vísir ein nýggj frágreiðing, skrivar Die Welt.

Útlátið minkaði 42,3 prosent í fjør samanborið við 1990. Málið var 40 prosent. Sambært frágreiðingini hevði Týskland minkað útlátið 37,8 prosent, um korona ikki var.

Tey, sum hava skrivað frágreiðingina, vænta, at í somu løtu ferð aftur kemur á búskapin, fer útlátið av vakstrarhúsgssi at vaksa aftur, og tað verður longu í hesum árinum.

Einastu ráð, skulu vit halda tørn, er at seta fleiri tiltøk í verk, sigur stjórin í veðurlagstankasmiðjuni, Agora Energiewende, Patric Graichen.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 2. september
Skratsj 2. septembur 2026
212617
Mikudag 2. september
Eitt korter við klassiskum
212603
Mikudag 2. september
Heilsuhornið
212604
Týsdag 1. september
Breddin: Snyrilsmálið í Grønlandi
212545
Mánadag 31. august
Poppverturin 14
208468
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598
Týsdag 1. september
Veðrið
212572
Týsdag 1. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212532
Mánadag 31. august
Veðrið
212514
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439