Vilja hava Donald Trump fyri ríkisrætt

Vilja hava Donald Trump fyri ríkisrætt
Demokratiski flokkurin roynir aftur
 
09.01.2021 - 10:56

Demokratiski flokkurin í USA leggur Donald Trump undir at hava eggjð til uppreistur og ætlar at stilla hann fyri ríkisrættin, leggur hann ikki frá sær.

Tað sigur forkvinnan í umboðsmannatinginum, Nancy Pelosi. Ákærurit verður lagt fyri demokratarnar í umboðsmannatinginum mánadagin at taka støðu til.

Velja tey at royna at fáa Donald Trump fyri ríkisrættin, er tað aðru ferð demokratiski flokkurin roynir tað. Fyrru ferð, sum var í desember í 2019, miseydnaðist royndin.

Umboðsmannatingið skal góðkenna ákærurit

Skal forsetin dømast, skal Umboðsmannatingið fyrst góðkenna eitt ákærurit. Síðan fer málið til Senatið, ið skal døma hann við tveimum triðings meirluta.

Enn er ógreitt um meirluti er fyri at koyra Donald Trump fyri ríkisrættin. Hóast fleiri republikanarar í senatinum enn siga seg stuðla honum, var hendingin mikudagin ov nógv fyri fleiri teirra.

Verður málið samtykt í tinginum og senatinum, kann ein vanligur meirluti samtykkja at útihýsa Trump frá at sita í almennum embætum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 30. august
Tónleikur í 13 øldir (9:10)
210352
Sunnudag 30. august
Guðstænasta í Argja kirkju
212460
Fríggjadag 28. august
Vikuskiftið 28 aug 2026
212437
Fríggjadag 28. august
Søgan um Johnny Cash 8. partur
212406
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290