Einki koppingarevni frá Moderna til Føroya

bannari
Einki koppingarevni frá Moderna til Føroya
Fyrstu skamtarnir frá heilivágsfyritøkuni fara til Region Suðurdanmark, men Føroyar fáa meiri koppingarevni frá Pfizer/BioNTech í morgin
 
11.01.2021 - 11:01

Fyrstu skamtarnir av koronukoppingarevni frá fyritøkuni Moderna koma til Danmarkar í morgin, skrivar Ritzau-tíðindastovan.

Talan er um 5.000 skamtar, men eingin skamtur kemur til Føroya. Tað sigur Hjalti Gunnarstein, landsapotekari, við útvarpið.

Meira frá Pfizer/BioNTech

Av tí at tað bara eru 5.000 skamtar í fyrstu atløgu, hevur Serumstovnurin avgjørt at brúka allar skamtarnar í Region Suðurdanmark, skrivar Ritzau.

Næstu vikurnar koma fleiri skamtar frá Moderna til Danmarkar, men Hjalti Gunnarstein, landsapotekari, veit ikki, nær tær fyrstu av hesum koma til Føroya.

Hann væntar tó, at næsta sending av koppingarevninum frá Pfizer/BioNTech kemur til Føroya í morgin. Tá koma aftur 975 gløs við koppingarevni, sum røkka til 1.300 fólk.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 16. august
Tónleikur í 13 øldir (7:10)
210351
Sunnudag 16. august
Guðstænasta í Nólsoyar kirkju
211874
Fríggjadag 14. august
Vikuskiftið 14 aug 2026
211862
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211837
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744